Sjúkrarøktarfrøðingur og heilsurøktari til Heimið við Vallalíð
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Brennur tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri húsfólk og aldrandi borgaran, so er tað tær, vit leita eftir til heimið við Vallalíð, ið er partur av Heilsu- og umsorganartænastuni.


Heilsu- og umsorganartænastan er skipað í trimum eindum - Heilsuhúsið og tvær búeindir við 203 búplássum umframt 11 umlættingarplássum og fimm plássum til samdøgursendurvenjing.

Heimið við Vallalíð hevur meira enn 10 ár á baki, og har eru 16 búpláss til fólk við demens. Uppgávurnar á heiminum eru umframt røkt og umsorgan eisini tað, ið hoyrir til eitt vanligt húsarhald – eitt nú matgerð og klædnavask. Matgerðin er týðandi partur av at stimbra sansirnir hjá fólki, ið hava demens.

Søkt verður eftir:
• Einum sjúkrarøktarfrøði á setanarbrøki 0,8 svarandi til 32 tímar. Arbeiðstíðin er skiftandi 7-12 tíma vaktir og 3. hvørt vikuskifti.
• Einum heilsurøktara á setanarbrøki 0,875 svarandi til 35 tímar. Arbeiðstíðin er skiftandi 7-12 tíma vaktir og 3. hvørt vikuskifti.

DENTUR VERÐUR LAGDUR Á
• Áhuga at arbeiða við demens
• At miðla vitan til starvsfelagar og aðrar starvsbólkar
• Hug at arbeiða og samstarva tvøryrkisliga og skapa eitt lærandi arbeiðspláss
• Góðan telduførleika
• Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
• Prógv og góðkenning sum heilsurøktari

VIT BJÓÐA TÆR
• ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag
• ávirkan á yrkisligu menningina í Heilsu- og umsorganartænastuni
• eitt spennandi arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar.
• møguleika at seta tín dám á og verða partur av framhaldandi at menna tænasturnar hjá Heilsu- og umsorganartænastuni

MEIRA FÆST AT VITA
Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til Elisabeth Nolsø á tlf. 226445 ella teldupost elisabethn@torshavn.fo

SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verða sett 1. oktober 2017 ella skjótast gjørligt og lønt sambært sáttmála við KAF/Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ella Heilsurøktarafelagið.

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til: torshavn@torshavn.fo. Viðmerkið: “Sjúkrarøktarfrøðingur Vallalíð” ella “Heilsurøktari Vallalíð”

Umsóknarfreistin er 20. august 2017

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER