Arbeiðsfólk til kirkjugarðin við Velbastaðvegin
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Søkt verður eftir arbeiðsfólki til kirkjugarðin við Velbastaðvegin. Í starvinum skalt tú millum annað grava gravir. Væntandi skalt tú av og á vegleiða avvarðandi við grøvina. Sostatt krevst tignarligur atburður.


STARVIÐ
Umframt grevstur skalt tú í starvinum møguliga koyra líkbil, vísa fólki til rættis við grøvina, rudda, gera reint og annað fyrifallandi.

FØRLEIKAKRØV
Tú skalt fyrst og fremst hava góðan ans fyri tí serliga starvi, sum talan er um.
Ynskiligt er, um tú hevur vanligt koyrikort og førleika trygt at føra gravimaskinu.

SETANARVIÐURSKIFTI
Møtistaðið er í kirkjugarðinum við Velbastaðvegin.
Starvið er fast, tímalønt fulltíðarstarv; lønt sambært sáttmálanum millum Havnar Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Arbeiðstíðin er frá klokkan 8.00 til 16.00 vanligar gerandisdagar. Roknast kann við úrtíðararbeiði.

Ynskiligt er, at tú kanst fara til verka í starvinum sum skjótast.

UMSÓKN
Umsókn saman við møguligum upplýsingum um viðkomandi royndir og møgulig viðmæli verða at senda til torshavn@torshavn.fo. Merkið umsóknina „Kirkjugarðar“.

Freistin er 21. august 2017.

VILT TÚ VITA MEIRI
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Gravaran á telefon 210570.

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER