Almannaverkið Námsfrøðingar og sjúkrarøktarfrøðingar til sambýlið í Blikagøtu og til dag- og umlættingarstovnin Mýrisóljuna í Runavík
ALMANNAVERKIÐ

Almannaverkið sóknast eftir námsfrøðingum og sjúkrarøktarfrøðingum, sum ynskja at vera við til at bjóða borgarum ein tryggan, skipaðan, mennandi og sjálvstøðugan gerandisdag.

Arbeiðsuppgávur

Arbeiðsuppgávurnar og málini, sum arbeitt verður fram ímóti, eru at virka fyri at borgarin fær neyðugan stuðul og umsorgan. Vit virðismeta ymiskleikar og stuðla borgarunum í at gerast so sjálvbjargin, sum fyritreytirnar hjá teimum loyva, og ráðgeva og vegleiða í persónligum viðurskiftum. Javnvirðið er partur av gerandisdegnum og saman við dugnaligum og eldhugaðum starvsfólkum, skalt tú bjóða borgarum ein tryggan, skipaðan og mennandi dag.

Væntanir til umsøkjarar

Væntað verður, at tú ert fakliga væl fyri og ert við til at leggja til rættis námsfrøðililga og praktiska arbeiðið á arbeiðsplássinum. Arbeiðsuppgávurnar eru fjøltáttaðar, og tað er ein treyt, at umsøkjarin megnar at arbeiða sjálvstøðugt.

Vit vænta eldhugað starvsfólk, sum hava góð samstarvsevnir og eina jaliga menniskjafatan.

Tað hevur týdning, at tú hevur hug og hegni at arbeiða við fólki og hevur hug at vera um og betra um gerandisdagin hjá fólki við menningartarni, fjølbreki og fysiskum breki. Umráðandi er, at tú kennir týdningin av, at borgarin verður møttur har hann er, verður skiltur og hjálptur.

Um størvini:

Til dag- og umlættingarstovnin Mýrisóljuna

 

  • 1 farloyvisstarv á 35 tímar um vikuna at seta frá 1. september 2017 ella sum skjótast, og til 1. september 2018. Arbeitt verður fyri tað mesta í dagvaktum, tó eru einkultar kvøldvaktir og arbeitt verður 6. hvørt vikuskifti.
  • 1 farloyvisstarv á 35 tímar um vikuna at seta frá frá 1. september 2017 ella sum skjótast, og til 1. september 2018. Arbeitt verður fyri tað mesta í dagvaktum, tó eru einkultar kvøldvaktir og arbeitt verður 3. hvørt vikuskifti.
  • 1 starv á 35 tímar um vikuna at seta frá 1 september 2017, ella sum skjótast. Arbeitt verður fyri tað mesta í dagvaktum, tó eru einkultar kvøldvaktir og arbeitt verður 3. hvørt vikuskifti.
  • 1 starv á 30 tímar um vikuna at seta frá 1 september 2017, ella sum skjótast. Arbeitt verður fyri tað mesta í dagvaktum, tó eru einkultar kvøldvaktir og arbeitt verður 3. hvørt vikuskifti.
  • 1 starv á 25 tímar um vikuna seta frá 1. September 2017, ella sum skjótast. Arbeitt verður dagvaktum.

Til sambýlið á  Blikagøtu

 

  • Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingum ella námsfrøðingum at arbeiða á Blikagøtu og Mýrisóljuni frá 1. september, ella sum skjótast. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og 3. hvørt vikuskifti. Tætt samstarv er við Mýrisóljuna um teir borgarar við fjølbreki, sum búgva á Blikagøtu og hava dagtilboð á Mýrisóljuni. Somuleiðis er samstarv við verkstøð/arbeiðspláss hjá borgarum við menningartarni.

Førleikar

Útbúgving sum námsfrøðingur, sjúkrarøktarfrøðingur. Um eingin skikkaður umsøkjari við nevndu útbúgving søkir, kann starvið verða fyribils sett við fólki uttan nevndu útbúgvingar.

Um eind 2 í Trivnaðardeplinum

Eind 2 veitir tænastu í Eysturoy og í Norðoyggjum til børn og vaksin við menningartarni, fjølbreki og fysiskum brekum.

Tænasturnar umfata umlætting, bústaðir, stuðul og dag- og frítíðartilboð.Til eindina hoyrir Sambýlið í Blikagøtu, dag- og umlættingarstovnurin Mýrusóljan, 2 stuðulstoymi og fleiri stuðulsfólk.

Vit arbeiða tvørtur um fak og tvørtur um stovnarnar í eindini og  leggja dent á góðan trivnað,  gjøgnumskygni og yrkisdugnaskap.

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarøkið er Almannaverkið. Tænastan er í løtuni í Trivnaðardeplinum, Eind 2. Viðkomandi, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og ávikavist Føroya Pedagogfelag, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ella fakfeløg við samráðingarrætti innan fyri fyri starvið.

Umsókn

Skrivlig umsókn, saman við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til starv@av.fo ella til Almannaverkið, Staravegur 18, Postsmoga 3096, 110 Tórshavn. Viðmerkjast skal “Umsókn Eind 2”

Freist

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 21.08.2017 kl. 12.00.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Hugo Leo, eindarleiðara, á tlf. 297376 ella Joan K. Olsen, leiðara á tlf. 297685. 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER