Deildarleiðarar til Psykiatriska depilin P40 á Landssjúkrahúsinum
LANDSSJÚKRAHÚSIÐ

Psykiatriski depilin á Landssjúkrahúsinum lýsir eftir tveimum deildarleiðarum til P40 til setan 1. oktober 2017 ella eftir nærri avtalu.

Søkt verður eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi/deildarleiðara til PI, sum er ein akutt- og intensiv psykiatrisk deild.

Víðari verður søkt eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi/deildarleiðara til PA, sum er ein almenn psykiatrisk deild.

P40 er einasta psykiatriska røktar - og viðgerðareindin í Føroyum, sum hevur 19 seingjapláss. Her eru 7 pláss á akuttu- og intensivu deildini og 12 pláss á almennu deildini. Vit taka móti sjúklingum í øllum aldri, sum hava tørv fyri observatión, útgreining, røkt og viðgerð fyri ymiskar psykiatriskar sjúkur, t.d. psykosur, bipolara sjúku, tunglyndi, ótta, OCD, persónleikaórógv, etingarólag og missbrúk.

Leiðslan á P40 er í dag samansett við tveimum sjúkrarøktarfrøðingum/ deildarleiðarum og einum yvirlækna. Harafturat er eisini ein varaleiðari á hvørjari deild. Vit arbeida í tvørfakligum toymum, og her starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, læknar, sálarfrøðingar, ergoterapeutar, fysioterapeutar, musikterapeutar og skrivarar. Starvsfólkini í toymunum hava ábyrgd fyri viðgerðarætlanini, at tilrættaleggja, útføra og eftirmeta røkt og viðgerðina.

Vit arbeiða við einari samskapandi psykiatri, har hugtøkini ”rehabilitering og recovery” eru týdningarmikil í tilgongdini. Sum nakað nýtt eru sjúklingar/borgarar við til viðgerðarkonferansur við tí endamáli, at fáa eina dygdargóða røktar- og viðgeðrarætlan, sum byggir á ynskini og tilfeingið hjá borgarinum saman við fakliga innsatsinum. Framtíðarpsykiatriin inniber eisini, at viðgerðin fyrigongur meira ambulant og úti í nærumhvørvinum saman við sjúklinginum, og at avvarðandi eru ein týdningarmikil partur í røkt og viðgerðini. Fokus er at stuðla undir eginumsorgan/at hjálpa sær sjálvum til ”eitt gott lív”.

Í stuttum merkir hetta, at innlegging er eitt intensivt sjúkrahústilboð, og at innleggingarnar gerast væl styttri nú enn fyrr. Tað merkir eisini, at nógv virksemi verður flutt frá seingjareindini og yvir í ambulant virksemi. Hetta setir høg krøv til hin einstaka starvsfelagan, at høgt yrkisføri, álit, ábyrgd, vælskipaðar sjúklingagongdir og tvørfaklig samstarv eru ímyndin fyri arbeiði okkara.

Vit eru partur av stóra arbeiðinum: ”Sikker psykiatri”, har fokus er á trygd og dygd í røkt og viðgerð. Í  løtuni hava vit fokus á trygga heilivágsviðgerð, almenna heilsu, har rørsla, svøvnur, væta/ kostur og sunnur liviháttur er ein týdningarmikil partur av røkt -og viðgerðini, at minka um tvingsil, sjálvmorðsfyribyrging og týdningurin av leiklutinum hjá sjúklingi og avvarðandi í røkt og viðgerðini sí eisini www.sikkerpsykiatri.dk

Okkara væntan til deildarleiðararnar:

 

  • Autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Leiðsluroyndir – fyrimunur við leiðsluútbúgving
  • Hollar royndir sum sjúkrarøktarfrøðingur í psykiatri
  • Evni at frambera boðskap um eina samskapandi psykiatri
  • Góð samstarvsevni, fyrikomandi, álitsvekjandi og rótfesti
  • Virkisfýsni, skapandi og menningarrættað/ur
  • Gott yvirlit, evni at raðfesta og tilrættisleggja arbeiðið
  • Royndir at arbeiða sjálvstøðugt og effektivt, tá uppgávan krevur tað
  • Eitt opið og jaligt tænastusinni
  • Góð evni at undirvísa og miðla vitan til toymislimir og onnur, tað veri seg bæði innanhýsis og uttanhýsis

Sum deildarleiðarai á P40 kemur tú saman við yvirlæknanum at standa á odda í arbeiðinum við eini samskapandi psykiatri í tøttum samstarvi við depilsleiðsluna, leiðslu - og dygdartoymið og aðrar toymislimir á Psykiatriska deplinum.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum

 

  • Arbeiða við og íverkseta rit 1. Toymisskipanin - Samskipað røkt og viðgerð
  • Arbeiða við og íverkseta rit 2. Samskapað psykiatri – ”rehabilitering og recovery”
  • Fíggjarliga og fyrisitingarliga samábyrgd í dagligum rakstri
  • Arbeiða við starvsfólkatrivnaða, sum byggir á eina viðurkennandi mentan QI, har opinleiki, álit, virðing, yrkisføri og ágrýtni stuðla undir avgerðum
  • Arbeiða við tí góðu sjúklingagongdini til sjúkling, avvarðandi og samfelag

Vit bjóða:

 

  • Eitt áhugavert og avbjóðandi starv
  • Eitt tvørfakligt samstarv við dugnaligum starvsfeløgum
  • Møguleika fyri persónligari, fakligari og organisatoriskari menning
  • Eitt dynamiskt, tvørfakligt og virkið arbeiðspláss, sum aldri svevur - men altíð er í gongd

Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Tórunn H. Ósá, leiðandi sjúkrarøktarfrøðing, depilsleiðara, tlf. 234596, ella skriva til torunn.hojgaard.osa@ls.fo   ella til Tormóður Stórá, leiðandi yvirlækna, depilsleiðara, ella skriva til tormodur.stora@ls.fo

Umsóknarfreistin er mikudagin  30.august 2017.

Skrivlig umsókn við CV, prógvi og viðmælum skulu sendast við telduposti til: umsokn.fo

Upprunaprógv fyri útbúgving, autorisatión og viðmælir skula havast við til møguliga samrøðu.

Um viðkomandi sum settur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA skjalaváttan vísast, innan byrjað verður.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni “Leys størv”.

Vinarliga søk starvið umvegis leinkjuna niðanfyri  her

 

 

 

 

 

 

 

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER