Apoteksverkið søkir eftir farmaseuti til Framleiðslueindina
APOTEKIÐ , FRAMLEIÐSLUEINDIN

Vilt tú vera við til at umsita og menna góðskuskipanina í Framleiðslueindini hjá Apoteksverk Føroya, so er hettar barnsburðarfarloyvisstarvið júst nakað fyri teg.

Søkt verður eftir einum farmaseuti til Eftirlitsdeildina (QA/QC) í Framleiðslueindini hjá Apoteksverk Føroya. Starvið er eitt 1 ára barnsburðarfarloyvisstarv við setan frá 1. oktober 2017.

Førleikar
Tú skalt hava staðið farmaseutiskt kandidatprógv. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan heilivágsframleiðslu ella góðskueftirlit.  Tú skalt duga at arbeiða sjálvstøðugt og miðvíst og hava góð samstarvsevnir.

Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um

  • At vera við til at umsita og menna okkara góðskuskipan og góðsku mannagongdir eftir GMP ()
  • At skriva SOP’ar og aðrar mannagongdir
  • At hava eftirlit við og leysgeva rávøru, etikettir og pakkitilfar til framleiðslu
  • Eftirlit vibatchskjølum
  • At vera við til at viðgera frávik og betrandi atgerðir, CAPA, Change Control, OOS og kærur
  • At góðkenna úrslit av reinføris eftirliti av hølum v.m.
  • At hjálpa við fakligum spurningum
  • Tænastuveiting til okkara viðskiftafólk

Setanarviðurskifti
Starvið er eitt fulltíðarstarv, 40 tímar um vikuna ella eftir nærri avtalu. Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Pharmadanmark.

Umsókn 
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Eyðhild Fuglø, góðsku leiðara á tlf. 211159 ella á eydhild@apotek.fo

Skrivlig umsókn við avrit av prógvum, viðmælum og upplýsingum um royndir, skal vera Eftirlitsdeildini í hendi í seinasta lagi 20. august 2017.

Umsóknin skal stílast til
Apoteksverk Føroya, Eftirlitsdeildin, Staravegur 15, FO-100 Tórshavn ella sum teldupostur til eydhild@apotek.fo



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER