Námsfrøðingar til Lítlafløtt
SJÓVAR KOMMUNA

Søkt verður eftir trimum námsfrøðinum at byrja 14. august 2017. 

Arbeiðstíðin verður 30-40 tímar um vikuna. Søkt verður eisini eftir einum námsfrøðingi 24 tímar um vikuna. 

Talan er um eitt farloyvisstarv í Frítíðarstovuni frá 14. aug. 2017 - 30. juni 2018.

Vit ynskja: - at tú hevur hug og árræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag, við virðing fyri tí einstaka barninum - at tú kanst taka ábyrgd og virka í góðum samstarvi við starvsfelagar og foreldur - at tær dámar væl at vera úti og sært møguleikar og avbjóðingar, sum eru í nærumhvørvinum - at tú verður við til at mynda og menna okkara námsføðiliga umhvørvi

Vit kunnu bjóða eitt sjávstøðugt og áhugavert starv á einum stovni, har tú saman við tínum starvsfeløgum ert við til at byggja upp eitt spennandi námsfrøðiligt umhvørvi.

Setanarviðurskifti Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelgið. Meira fæst at vita um starvið við at tosa við Sóleyð Debes Joensen, leiðara, á tlf. 232747 ella Bjørg Olsen, varaleiðara, á tlf. 747929.

Umsókn við avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 5. juli 2017, kl. 12:00, og sendast til:

Dagstovnurin Lítlifløttur Fløtuvegur 82 490 Strendur ella sum teldupostur á: litliflottur@sjovarkommuna.fo 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER