Námsfrøðingar og hjálparfólk til Býlingshúsið undir Fjalli (endurlýsing)
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Tórshavnar kommuna søkir vegna Býlingshúsið undir Fjalli eftir Námsfrøðingum og hjálparfólkum:

• 

einum námsfrøðingi 30 tímar um vikuna í barnagarðsstovu

einum námsfrøðingi 30 tímar um vikuna í vøggustovu

umframt starvsfólk/-um, ið kunnu arbeiða 20-30 tímar

Størvini eru til setan 7. august 2017 ella eftir nærri avtalu.

Um námsfrøðingar ikki verða settir, kunnu hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað størv.

VIT VÆNTA, AT TÚ:

• 

dámar at vera saman við børnum

er ágrýtin, intiativrík/-ur, nærverandi og tolin

hevur hug og áræði at skapa ein tryggan og fjølbroyttan dag,
við virðing fyri tí einstaka barninum og foreldrum teirra

hevur góð samstarvs- og samskiftis evnir

kann arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd

er aktivt luttakandi

sær møguleikar heldur enn forðingar

VIT BJÓÐA:

• 
 

tú kemur at vera partur av einum toymi, og arbeiða í skiftandi
vaktum

ein stovn í náttúruumhvørvi við góðum møguleikum fyri túrum

ein góðan starvsfólkahóp, har trivnaður og faklig menning er
høgt raðfest

SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Størvini innibera, at tú eftir tørvi kann hjálpa til á øðrum stovum og at tú má tola broytingar.

UMSÓKN
Umsókn saman við viðmælum, upplýsing um útbúgving og royndir sendast til torshavn@torshavn.fo, í seinasta lagi mánadagin 3. juli 2017.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Annu Dalsgaard, stovnsleiðara, á telefon 318525 ella 722212.

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER