Bilførari til tangatøming (endurlýsing)
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Kommunala Brennistøðin søkir bilførara til tangatømingina.


ARBEIÐSUPPGÁVUR:

  • Koyra rottangabil og slammsúgvara
  • Tøma rottangar, reinsiverk, brunnar o.t., og viðgerð av rottangaevju
  • Opa/spula rør og kloakkir v.m.
  • Røkt og reinhald av rottangabili/slamsúgvara, kálkblandara og aðrari útgerð, ið hoyrir til arbeiðsøkið
  • Luttaka í vaktarskipan
  • Avloysa í bingjubili eftir tørvi

VIT VÆNTA AV TÆR, AT TÚ HEVUR:

  • Stóra koyrakortið, eins og ynskiligt er við viðkomandi royndum
  • Hug og hegni at seta teg inn í tøkni, sum veðrur nýtt í spanini
  • KT-kunnleika á brúkarastøði
  • Góð samstarvsevni, men tú skal eisini kunna arbeiða sjálvstøðugt
  •  Góðan likamsførleika, tí talan er um tungt arbeiði

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett sambært serligari lønaravtalu millum Tórshavnar kommunu og Havnar Arbeiðarafelag. Starvið er mánaðarlønt, og fasta arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna, umframt vaktir. Lønin er í løtuni kr. 28.723,94 um mánaðin, umframt viðbót fyri starvsaldur. Harumframt kann nakað av úrtíðararbeiði væntast. Starvið skal setast skjótast til ber.

MEIRA FÆST AT VITA
Meiri fæst at vita við at venda sær til Regin Haraldsen, arbeiðsleiðara, telefon 221028, ella Bárð Michelsen, stovnsleiðara, telefon 228918.

UMSÓKN
Umsókn saman við avriti av koyrikorti og upplýsingum um royndir og møguligum viðmælum, skal sendast við e-posti til torshavn@torshavn.fo. Umsóknin skal merkjast: „Bilførari til tangatøming“ og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 3. juli 2017 kl. 12.00.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER