Námsfrøðingar til Býlingshúsið undir Brúnni
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Tórshavnar kommuna søkir vegna Býlingshúsið Undir Brúnni eftir tveimum námsfrøðingum at byrja 7. august 2017.


VIT SÓKNAST EFTIR TVEIMUM NÁMSFRØÐINGUM
TIL BARNAGARÐ OG VØGGUSTOVU:

• 

Tveir námsfrøðingar 35 tímar um vikuna

Størvini eru til setan í 7. august 2017 ella eftir nærri avtalu. Møguleiki er fyri minni / meira tímatali um vikuna. Um ongin námsfrøðingur søkur, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkaða starv.

HVØRJI ERU VIT?
Býlingshúsið undir Brúnni er ein integreraður stovnur við børnum í aldrinum 0-7 ár. 1. apríl 2017, bleiv stovnurin broyttur frá at hava 3 aldurs-uppbýtar stovur, til at hava 2 vøggustovur uppiá og 2 barnagarðsstovur niðriundir. Stovurnar hava eitt tætt námsfrøðiligt arbeiði í dagligdegnum m.a. við sparring, aktivitetum og ymiskum verkstøðum í gjøgnum árið.

Eisini hava vit ein stóran og fjølbroyttan garð, við vallalendi og eini á rennandi ígjøgnum garðin. Garðurin gevur barninum nógvar og góðar avbjóðingar í dagligdegnum. Vit liggja í einum friðarligum økið og hava stutta leið út í náttúruna og vit hava gott bussamband til allan býin.

VIT VANTA AV TÆR AT TÚ:

• 

ert blíð, fyrikomandi og hevur eitt gott yvirlit

hevur góð samstarvsevnir og kanst arbeiða sjálvstøðugt

ert við til at menna tað námsfrøðiliga arbeiði á stovninum

dugir at grunda yvir egið arbeiði

ert sinnað/-ur at arbeiða í eini broytingartíð

ynskir at vera ein partur av starvsfólkatoyminum


 

við tímum dugna og fleksibiliteti ert við til at stuðla undir okkara
trivna, menning og samstarv fyri tí einkulta barninum, foreldrunum
og starvsfelagum

Hettar so at ØLL bæði børn, foreldur og starvsfólk vera sædd, hoyrd og tikin í álvara.

VIT BJÓÐA TÆR EITT TÝDNINGSRMIKIÐ STARV:

• 
 

har viðurkenning er grundarlagið fyri trivna, menning og samstarv
fyri tí einkulta barninum, foreldrunum og starvsfelagum

fjølbroyttar og spennandi avbjóðingar í dagligdegnum

har menningin av tí einstaka barninum, er ein týðandi partur í
dagligdegnum

har foreldrasamstarv hevur stóran týdning

har tú hevur møguleika at seta tín dám á arbeiði

SETANARVIÐURSKIFTI
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

UMSÓKN
Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, viðmælum og royndum verður at senda til torshavn@torshavn.fo, í seinasta lagi mikudagin 28. juni 2017 kl.12.00.

MEIRA FÆST AT VITA
Um starvið, og stovnin, við at venda sær til Eyð Skúvadal, Stovnsleiðara, telefon 319180 ella 510490 og við at vitja heimasíðu okkara www.undirbrunni.fo.

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER