Námsfrøðingar til Áarlon
KVÍVÍKAR KOMMUNA

– heimsins týdningarmesta starv

Hevur tú hug at bróta upp úr nýggjum? Hevur tú hug at ganga nýggjar leiðir?

Kvívíkar kommuna søkir vegna Dagstovnin Áarlon tveimum námsfrøðingum til barnagarðin. Størvini eru 30-40 tímar.

Barnagarðurin er nýliga skipaður í eina verkstaðsskipan, ið merkir at ymsu stovurnar hava ymiskar funktiónir/aktivitetir, sum øll børnini hava atgongd til, soleiðis at børnini fáa fleiri møguleikar at virka í. Í skipanini eru tríggjar stovur við tilsamans 33 børnum, ið vera býtt í ein yngstabólk, ein miðlingabólk og ein elstabók  og hesar stovur virka sum ein eind. Skipanin er ein fólkaræðisligur karmur, ið skal tryggja børnunum samavgerð og ávirkan á egnan gerandisdag. Karmarnir um okkara verkstaðsskipan geva rúm fyri at børn og vaksin kunnu hugsa kreativt; kunnu arbeiða við verkætlanum; kunnu hugsavna okkum um tað, ið upptekur okkum; kunna granska í tí, ið vit halda vera áhugavert og at vit kunna hava ávirkan á innihaldi í okkara gerandisdegi.

Í Áarlon seta vit umsorgan í hásæti. Umsorgan fyri barninum og tess menning; og umsorgan fyri trivnaðinum og innihaldinum í gerandisdegnum. 

Málsetningur okkara er at skapa tryggar, mennandi, spennandi, kreativar og lærandi umstøður fyri børn og vaksin.

Vit vænta, at tú:

  • Ert umsorganarfull/ur og ábyrgdarfull/ur
  • Ert virkisfús/ur og nærlagdur
  • Megnar at arbeiða sjálvstøðugt
  • Ert sinnað/ur at samstarva og finna loysnir í einum fjølbroyttum gerandisdegi
  • Ert við til at tryggja børnunum ein innihaldsríkan gerandisdag, ið er merktur av virðing og samavgerð

Um tú ert tann, ið vit leita eftir, so kunnu vit bjóða tær:

  • Møguleikan at gera tað, ið tú brennir fyri
  • Møguleikan at menna eitt høgt fakligt støði
  • Møguleikan at seta tín dám á dagligdagin
  • Ein barnabólk, ið gevur tær avbjóðingar, gleði og virkishug
  • Ein væl útgjørdan stovn við óavmarkaðum møguleikum

Lønar og setanartreytir:
Starvið verða sett frá 14. august ella eftir nærri avtalu.

Løn og setanarviðurskifti er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Um námsfrøðingar ikki søkja, kunnu hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.

Meira kann fáast at vita um størvini við at ringja til Gunnvá Edvardsdóttir leiðara á telefon tlf. 292412

Umsóknir við prógvum, viðmælum og CV skulu vera stovninum í hendi áðrenn 2. juli 2017

Dagstovnurin Áarlon
Frammi í Forna 1
340 Kvívík
stovnur@kvivik.fo



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER