Rannsóknarstovan, Bioanalytikari
KLAKSVÍKAR SJÚKRAHÚS

Eitt fulltíðarstarv sum bioanalytikari er leyst til setan frá 01. septembur 2017.

Á Rannsóknarstovuni eru tvær sergreinar, klinisk biokemi og klinisk immunologi/blóðbanki. Hvørja viku eru bioanalytikarar á læknasmiðstøðunum í Runavík og Gøtudali, har blóðroyndir verða tiknar. Eisini verða blóðroyndir tiknar á stovnum og í privatum heimum.

Førleikakrøv.

  • Umsøkjarin skal hava prógv og góðkenning sum bioanalytikari
  • Góð samstarvsevnir og fleksibilitet
  • Evnir at arbeiða sjálvstøðugt og at skapa sær yvirlit

Um tú ynskir at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Báru S. Klakstein, leiðandi bioanalytikara, telefon 22 79 24 ella teldupost: bara@ks.fo.

Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Bioanalytikarafelagið.

Umsókn, saman við avriti av prógvi og CV, skal sendast til: umsokn@ks.fo

Umsóknarfreistin er mánadagin 3. juli 2017.

Klaksvíkar Sjúkrahús

FO-700  Klaksvík



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER