Starvsfólk til Boðanesheimið
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Kjarnuuppgávan hjá Heilsu- og umsorganartænastuni er við miðvísari umsorgan, tænastu, heimatænastu, heilsu- og sjúkrarøkt, at stuðla borgaran soleiðis, at hann gerst virkin og vakin alt lívið.

Heilsu- og umsorgnanartænastan er skipað í trimum eindum. Í Heilsuhúsinum verða m.a. øll tilboð til borgaran og allar tvørgangandi og heimatænastur skipaðar. Í Heilsu- og umsorganartænastuni eru harumframt tvær eindir við umleið 110 búplássum hvør.

Brennir tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri húsfólk og tann aldrandi borgaran, so er tað tær vit leita eftir til Heilsu- og umsorganartænastuna.


TIL TRAÐARLON VERÐUR SØKT EFTIR:

• 
 

Einum sjúkrarøktarfrøðingi á starvsbrøki 0,7 svarandi til 28 tímar um
vikuna. Arbeiðstíðin er í skiftandi vaktum og 3. hvørt vikuskifti.


 

Einum heilsurøktara á starvsbrøki 1,0 fyri heilsurøktara í barns-
burðarfarloyvi frá 1. august 2017 til 31. mai 2018. Arbeiðstíðin er í
skiftandi vaktum og 2. hvørt vikuskifti.

Einum heilsuhjálpara á starvsbrøki 0,8 svarandi til 32 tímar um vikuna.
Arbeiðstíðin er í í skiftandi vaktum og 3. hvørt vikuskifti.

FØRLEIKAKRØV

• 

Prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur

Prógv og autorisatión sum heilsurøktari

Prógv sum heilsuhjálpari

Áhuga at arbeiða innan heilsustimbran, fyrbyrgjan og rehabilitering

Góð evni at samskifta í skrift og talu

Hug at arbeiða og samstarva í eini tvørfakligari toymisskipan í menning

KT-førleika á brúkarastøði

VIT BJÓÐA TÆR

• 

Ein fakliga spennandi og mennandi gerandisdag

Ávirkan á menningina av tænastunum í Heilsu- og umsorganartæanastuni

Eitt dynamiskt arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar

Møguleika at seta tín dám á og verða partur av eini framhaldandi menning
av tænastum hjá Heilsu- og umsorganartænastuni

Um skikkaðir umsøkjarar ikki eru til størvini, kann annar fakbólkur verða settur – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar fakbólkin.

SETANARVIÐURSKIFTI
Øll størvini verða at seta 1. august 2017 og verða lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Ingun Eidesgaard, deildarleiðara á Traðarlon, telefon 224115, ella við telduposti til ie@torshavn.fo.

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, autorisatión og upplýsingum um útbúgving og royndir skal sendast við telduposti til torshavn@torshavn.fo. Viðmerkjast skal: „Sjúkrarøktarfrøðingur til Traðarlon“, „Heilsurøktari til Traðarlon“ ella „Heilsuhjálpari til Traðarlon“.

Umsóknarfreistin er 28. juni 2017.

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER