Námsfrøðingur til Býlingshúsið Vesturi á Flat
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Hevur rørsla og náttúra tín áhuga?

Er tú aktiv/-ur og dámar væl at vera úti, bæði tá tað regnar og tá sólin skínur?

Er tú JALIG/-UR, so hava vit starvið til tín.

Søkt verður eftir einum námsfrøðingi at arbeiða í barnagarði 35-40 tímar um vikuna í føstum starvi frá 1. august 2017. Starvið er í barnagarðsstovu við 18 børnum í aldrinum 4-7 ár.

Um námsfrøðingur ikki søkir kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

UMSÓKN
Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir, skulu vera torshavn@torshavn.fo í hendi seinasta lagi 28. juni 2017.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um starvið og stovnin við at venda sær til Fríðu Eystberg Johannesen, stovnsleiðara, telefon 288371.

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER