Leiðari til Stella Maris [endurlýsing]
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Tórshavnar kommuna søkir eftir leiðara til vøggustovuna Stella Maris.


Søkt verður eftir leiðara til vøggustovuna Stella Maris at byrja 1. september 2017, ella eftir avtalu.

Í vøggustovuni Stella Maris eru á leið 42 børn í 0-3 ára aldri. Á stovninum arbeiða 15 starvsfólk.

Vit ímynda okkum ein leiðara, sum hevur hugsjónir og vil virka fyri einum høgum námsfakligum støði. Ein leiðara, sum megnar at leiða námsfrøðiliga virksemið, starvsfólki og somuleiðis dugir at fyrisita og umsita fíggjarviðurskiftini.

VIT BJÓÐA:

• 

eitt áhugavert starv, har tú hevur møguleika at seta dám á stovnin

møguleika fyri ráðgeving

tú verður partur av einum leiðslubólki við øðrum dagstovnaleiðarum

VIT VÆNTA, AT TÚ:

• 

 

hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag
við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrunum og
starvsfólkunum

hevur leiðsluførleikar og leiðsluroyndir

kann arbeiða sjálvstøðugt og taka avgerðir

dugir væl at samstarva, lurta og reflektera

hevur teldukunnleika

hevur lætt við at orða teg munnliga og skrivliga á føroyskum

SETANARVIÐURSKIFTI
Tann, ið settur verður, skal vera útbúgvin námsfrøðingur. Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Beintu Dalbø, deildarleiðara á Barna- og ungdómsdeildini, telefon 302010.

UMSÓKN
Umsókn saman við viðmælum, royndum og upplýsingum um útbúgving skal vera send til teldupost torshavn@torshavn.fo, í seinasta lagi fríggjadagin 30. juni 2017.

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER