Náttarvakt til Ternuna
STRANDFARASKIP LANDSINS

Við hesum verður søkt eftir náttarvakt til Ternuna at byrja 1. juli 2017. Ternan røkir farleiðina millum Nólsoy og Tórshavn og liggur við kai í Tórshavn um náttina. Náttarvaktin arbeiðir aðru hvørja viku, og er arbeiðið fyriskipað í mun til galdandi ferðaætlan hjá Ternuni, tvs. arbeiðstíðin er á kvøldi tá Ternan er komin á kei til um morgunin, áðrenn Ternan fer av kai.

Starvið fevnir um
Høvuðsuppgávan hjá náttarvaktini er at tryggja, at trygdin á skipinum altíð er í lagi.
Hettar fevnir um, at náttarvaktin m.a. skal:
• Halda neyvt vakt við skipinum
• Lata portrið aftur til ásettu tíð
• Ganga rundir á skipinum til ásettar tíðir, og:
o endurstilla alarmar, ið ikki hava ávirkan á trygdina
o endurstilla brandalarmar, um falskur almur er skipanini
o kanna endar
o kanna lekar
o stundisliga boða frá, um nakað óvanligt er áfatt

Førleikar
Vit vænta, at:
• tú ert álítandi, skyldrøkin og ábyrgdarfullur persónur
• tú ert fyrikomandi og arbeiðsom/samur
• tú ert før/ur fyri at skipa arbeiðið sjálv/ur og kann arbeiða sjálvstøðugt
Tað ein fyrimunir um viðkomandi hevur maritimar royndir. 
Setanartreytir
Setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Arbeiðarafelag, vísandi til 
§ 17 “Vaktarmenn á skipum”.

Umsóknir
Umsóknir skulu sendast við telduposti til eyj@ssl.fo ella til:

Strandfaraskip Landsins
Sjógøta 5
Postboks 30
FO-810 Tvøroyri

og skulu verða innkomnar í seinasta lagi 28. juni 2017.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Hallur Johannesen, inspektør, á tlf. 293042 ella á teldupost til olavurhj@ssl.fo

Um Strandfaraskip Landsins
Strandfaraskip Landsins (SSL) eru landsfyritøka undir Samferðslumálaráðnum, hvørs endamál er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi. SSL eru á fíggjarlógini við eini rakstrarjáttan í 2016 á netto 149 mió. Samlaðu inntøkurnar vóru 67 mió, og útreiðslurnar 216 mió. Fyritøkan umsitur 28 farleiðir: 22 Bygdaleiðir og 6 Oyggjaleiðir. Samlaða talið av ferðafólkum við SSL í 2016 var 1.172.000: 536 túsund við bussunum og 636 túsund við ferjunum. Talið av flutningsanleggum er 40 bussar, 7 ferjur og farmaflutningsútbúnaður. Starvsfólkini eru á leið 160 í tali, svarandi til 120 ársverk



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER