Handilslærlingur til Miklagarð
P/F S.M.S

Droymir tú um at arbeiða í Føroya størsta matvøruhandli, her vit bjóða kundum eitt sindur meira enn bara føði?

Miklagarður leitar eftir einum handilslærlingi, ið hevur áhuga fyri mati og matvørum. Vit stremba eftir at bjóða kundum okkara eitt víðfevnt úrval av vørum úr flestu støðum í heiminum, bestu vegleiðing og harvið eitt tað besta innkeypsupplivilsið.

Starvið hevur skiftandi arbeiðstíðir, har ið nógv hendir, og eingin dagur er líka. Tú fert at samstarva við nógv fólk og verður ein partur av okkara toymi.

Vit vænta, at tú ert ágrýtin, kundavinaligaur og vil taka ábyrgd.

Er hettar nakað fyri teg, og vilt vera partur av einum samtaki í stórari menning, vilja vit hoyra frá tær.

Miklagarður

Miklagarður er Føroya størsti matvøruhandil við egnari slaktaradeild, krásadeild, blómudeild, frukt & grøntdeild umframt kolonial.

Í Miklagarði starvast umleið 50 fólk. Miklagarður er partur av SMS-samtakinum, ið rekur SMS, Bónus-handlarnar og Mylnurnar.

Hvat krevst?

Fyri at byrja útbúgvingina skalt tú í minsta lagi hava fólkaskúlaprógv.

Útbúgvingin tekur trý ár. Undirvísing er í skúla í Danmark í tíggju vikur.

Freistin at søkja er 1. juli 2017

Hevur hetta tín áhuga, ert tú vælkomin at senda umsókn til Johnny Priess, handilsleiðara, á email johnny@sms.fo., um tú hevur spurningar

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER