Sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Barnaverndartæanstan í Tórshavnar kommunu søkir eftir einum sosialráðgeva at byrja 1. juli 2017 ella skjótast tilber – fulla arbeiðstíð.

Talan er um eitt avbjóðandi starv á einum spennandi arbeiðsplássi við góðum starvsfelagum.

Barnaverndartænastan arbeiðir sambært lóg um barnavernd og fevnir arbeiðið m.a. um málsviðgerð, kanningar og samrøður við børn og vaksin. At skipa fyri tvørfakligum samstarvi við samstarvspartar hjá Barnaverndartænastuni og gera tilmælir til barnaverndarnevndina. Somuleiðis skal tann, sum settur verður, kunna vera við í vaktarskipanini hjá Barnaverndartænastuni.


VIT YNSKJA OKKUM STARVSFÓLK SUM:

• 

hava góð samskiftis- og samstarvsevni

eru jalig og duga at síggja loysnir

tola at arbeiða undir trýsti

hava yvirlit og kunna arbeiða sjálvstøðugt

hava royndir innan barnavernd, men tað er ikki eitt krav

FØRLEIKAKRØV

• 

Útbúgvin sum sosialráðgevi

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum og cv skal vera torshavn@torshavn.fo í hendi í seinasta lagi 27. juni 2017. Merkið umsóknina „Starv í Barnaverndartænastuni“.

LØN OG SETANARVIÐURSKIFTI
Løn og setanarviðurskifti eftir sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jancy Biskopstø Klein, leiðara á Sosialu deild, jancy@torshavn.fo, telefon 302010.
-------
Barnaverndartænastan er partur av Sosialu deild. Á deildini starvsast 11 sosialráðgevarir, 6 familjuráðgevarir, 2 sálarfrøðingar og 2 skrivarir.

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER