Søkt verður eftir vaskifólki til Stranda skúla
SJÓVAR KOMMUNA

Søkt verður eftir vaskifólki til Stranda skúla at byrja 15. august 2017.

Arbeiðstíðin er fýra tímar um dagin og verður lønt eftir sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Meira fæst at vita um starvið við at ringja til Berg á tlf. 23 27 22.

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 4. august, kl. 12:00, og skal sendast til: Sjóvar kommuna Skúlavegur 10 490 Strendur ella sum teldupost á: sjk@sjovarkommuna.fo 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER