INTERSPORT JÓNAS BRONCKS GØTA - SØKIR EFTIR SØLUFÓLKI
P/F THOMAS DAM ÍTRÓTTUR

Hevur tú tað best við at vinna

Ert tú ein liðleikari

Dámar tær at selja

So ert tú akkurát persónurin, vit hava brúk fyri Krøv til tín:

• Útbúgving: Hevur viðkomandi arbeiðsroyndir ella handilsútbúgving ella líknandi.

• Áhugi: Vit vilja, at tú hevur gott innlit í ymsar íttróttargreinir

Útvendur og opin: Vit vilja, at tú ert tænastusinnaður, arbeiðssamur, kundavinarligur og álítandi.

Sjónarmið: At tú ert klárur til tær ymisku avbjóðingarnar og vil læra nakað nýtt Hvat tú kanst vænta av starvinum:

Arbeiðið er beinleiðis søla til okkara viðskiftafólk úr handlinum í Tórshavn.

Arbeiði fevnir eisini um:

• Bíleggja vørur frá okkara veitarum

• Goymslustýring og arbeiði á goymlsu

• Prenta klæðir

Vit bjóða tær ein spennandi yrkadag við avbjóðingum. Haraftrat stremba vit eftir altíð at síggja til, at tín førleiki og motivatión eru í toppformi.

Hevur tú hug og evnir til at vera ein virðismikil ráðgevi og hjálpari hjá okkara kundum, so lat okkum hoyra frá tær.

Send tína umsókn til Jakob Dam á t-post dam@intersport.fo

Verður tað tú, ið kemur við á liðið, vænta vit, at tú kanst byrja 01 august 2017. 

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER