Húsavørður til dagstovnin Mýrifípan
TVØROYRAR KOMMUNA

Søkir verður eftir fólki at arbeiða sum húsavørður, 20 tímar um vikuna at byrja 1. August 2017.

Stovnslýsing:

Dagstovnurin Mýrifípan fevnir um eina vøggustovu og tvær barnagarðsstovur. Tað eru 52 børn á stovnunum.

Arbeiðsuppgávur eru alt vanligt húsavørðarbeiði, ið inniber m.a., at hava umsjón og røkja stovnin og spæliøki rundanum stovnin. Eisini smáar umvælingar av leikum og innbúgvi.

Vit vænta, at tú:

Er handalig/ur og hevur gott eyga fyri røkt, og sær hvar tørvurin er. Kann arbeiða hóast børn eru rundanum. Er ágrýtin, nærlagd/ur og dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt. Dámar eitt arbeiði við fjølbroyttum uppgávum. Hevur góð samstarvsevnir, er tænastusinnað/ur og góð/ur at heita á.

Vit kunnu bjóða:

Góðar arbeiðsumstøður. Eitt spennandi arbeiðspláss. Eitt starv við nógvum ymiskum uppgávum.

Løn:

Starvið verður lønt og sett sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðgevarafelagið og avarandi yrkisfelag.

Meiri fæst at vita um starvið, við at venda sær til leiðaran, Kari Petersen, á tlf. 218737.

Umsókn:

Umsókn, saman við revsiváttan og møguligum viðmælum, skulu sendast til: Tvøroyrar kommuna Tvørávegur 37 Postboks 80 800 Tvøroyri tvoroyri@tvoroyri.fo og skal vera kommununi í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 30.06.2017 kl. 12.00 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER