Røktarstarvsfólk til Kristianslon á Tjarnargarði
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Heilsu- og umsorganartænastan søkir eftir starvsfólkum.


Kjarnuuppgávan hjá Heilsu- og umsorganartænastuni er við miðvísari umsorgan, tænastu, heimatænastu, heilsu- og sjúkrarøkt at stuðla borgaran soleiðis, at hann gerst virkin og vakin alt lívið.

Heilsu- og umsorganartænastan er skipað í trimum eindum. Í Heilsuhúsinum eru m.a. øll tilboð til borgaran og allar tvørgangandi tænastur skipaðar. Í Heilsu- og umsorganartænastuni eru harumframt tvær eindir við umleið 110 búplássum hvør.

Brennir tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri húsfólk, so er tað tær vit leita eftir til Heilsu- og umsorganartænastuna.

SØKT VERÐUR EFTIR:

• 

 

Tveimum sjúkrarøktarfrøðingum ella heilsurøktarum á setanarbrøki
1,0. Arbeiðstíðin er í blandaðum dag- og kvøldvaktum og annaðhvørt
vikuskifti.

FØRLEIKAKRØV

• 

Prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur

Prógv og autorisatión sum heilsurøktari

Áhuga at arbeiða innan demens

Áhuga at arbeiða innan heilsustimbran, fyrbyrgjan og rehabilitering

Góð evni at samskifta í skrift og talu

Hug at arbeiða og samstarva í eini tvørfakligari toymisskipan í menning

KT-førleika á brúkarastøði

Starvsfólk við demenssamskiparaútbúgving hava fyrimun

VIT BJÓÐA TÆR

• 

Ein fakliga spennandi og mennandi gerandisdag

Ávirkan á menningina av tænastunum í Heilsu- og umsorganartæanastuni

Eitt dynamiskt arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar

Møguleika at seta tín dám á og verða partur av eini framhaldandi menning
av tænastum hjá Heilsu- og umsorganartænastuni

Ein fakliga mennandi og spennandi gerandisdag

SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verða at seta sum skjótast. Størvini vera sett sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og ávíkavist Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Heilsurøktarafelag Føroya.

Um ongin sjúkrarøktarfrøðingur ella heilsurøktari søkir, kunnu størvini verða fyribilssett við heilsuhjálpara, í so fall verða uppgávurnar tillagaðar fakbólkin.

MEIRA FÆST AT VITA
Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til Maiken Restorff, telefon 224116, ella við telduposti til maiken@torshavn.fo.

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, autorisatión og upplýsingum um útbúgving og royndir skal sendast til torshavn@torshavn.fo. Viðmerkjast skal: „Sjúkrarøktarfrøðingur Kristianslon“ ella „Heilsurøktari Kristianslon“.

Umsóknarfreistin er 27. juni 2017.

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER