Námsfrøðingur til Dagstovnin í Løkjatúni
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Tórshavnar kommuna søkir vegna Dagstovnin í Løkjatúni eftir námsfrøðingi.

Okkum tørvar ein námsfrøðing at arbeiða 32 tímar um vikuna á barnagarðsstovi. Starvið verður sett frá 7. august 2017 ella eftir nærri avtalu. Um ongin námsfrøðingur søkir, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.

Okkum tørvar ein námsfrøðing, sum vil arbeiða samsvarandi okkara virðisgrundarlagið og námsætlan, sum er áhugaður í at arbeiða við verkætlanum, og at skapa eitt mennandi læringsumhvørvi fyri børnini.

VIT VÆNTA, AT TÚ:

• 

hevur eina jaliga menniskjaáskoðan

dámar at vera saman við børnum

hevur góðar samstarvsførleikar

dugir at vera reflekterandi yvir egna praksis

er áhugaður í sjálvmenning

kann arbeiða sjálvstøðugt, tekur ábyrgd og avgerðir, samstundis
tú megnar at varveita yvirlitið tá á stendur

VIT KUNNU BJÓÐA EITT STARV:

• 

Tú hevur møguleika at ávirka tína egna arbeiðsdag

Tú kemur at vera partur av einum toymi, og arbeiða skiftandi vaktir

Vit kunnu bjóða tær eitt fakligt kveikjandi umhvørvið

Eitt umhvørvið, sum grunda á okkara virðisgrundarlag – virðing,
viðurkenning og javnvirði

Hevur tú hug til at vera við til at geva børnunum í Løkjatúni eitt spennandi og avbjóðandi læruumhvørvið, so send okkum eina umsókn!

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

UMSÓKN
Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving, viðmælum og royndum sendast til torshavn@torshavn.fo, í seinasta lagi mánadagin 26. juni 2017.

Setanarsamrøður vera í viku 26.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um starvið við at vitja heimasíðuna www.lokjatun.fo, ella við at venda sær til Elin N.W. Tausen, stovnsleiðara, telefon 214227, ella elint@torshavn.fo.

 

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER