Skrivstovufólk til Vørn/Fiskiveiðieftirlitið
VØRN-FISKIVEIÐIEFTIRLITIÐ

Søkt verður eftir skrivstovufólki til Vørn/Fiskiveiðieftirlitið, at byrja sum skjótast. Ert tú fyrikomandi og løtt/lættur at samstarva við og hevur lætt við at taka við nýggjum avbjóðingum, ert tú rætti persónurin til starvið.

Starvið fevnir m.a. um hesar uppgávur:

  • Telefonmóttøka
  • Journalisering við 360
  • Avgreiðsla av fiskiloyvum
  • Eftirlit við VMS(Eftirlit við skipaknattstøðum)
  • Umsiting av fiskidøgum/kvotum
  • Annað fyrifallandi skrivstovuarbeiði

Førleikakrøv:

  • Skrivstovuútbúgving, HH ella aðra líknandi viðkomandi útbúgving
  • Góðan førleika, at samskifta á føroyskum og norðurlendskum.
  • Góð samstarvsevnir.

Setanartreytir:

Starvsheitið er ”Skrivstovufólk”

Starvið er lønt sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið. Starvið er fulltíðarstarv.

Umsóknir:

Umsókn við prógvum, c.v. og møguligum viðmælum, skal sendast til Vørn, Yviri við Strond 3, Postsmoga 1238, 110 Tórshavn og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 28. juni  2017 klokkan 12.00.

Til ber eisini at senda umsóknina við telduposti til journal@vorn.fo

Fleiri upplýsingar:

Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Vørn á tlf. 31 10 65 og tosa við Lis H. Magnussen, ella við teldupost til lism@vorn.fo. Lýsingin er eisini at finna á heimasíðuni:  www.vorn.fo



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER