Lívbjargarar til Svimjihøllina í Gundadali
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Søkt verður tveimum kvinnum sum lívbjargarar fulla tíð til Svimjihøllina í Gundadali at byrja ávíkavist í viku 31 og 34.

Umframt arbeiðið sum lívbjargari, fevnir arbeiðið um reingerð og at hjálpa til við ymiskum í tí dagliga.

FØRLEIKAKRØV
Umsøkjarin skal vera góður svimjari og hava stóru lívbjargararoyndina, annars verður skipað fyri lívbjargararoyndini á staðnum. Heilsuváttan má útvegast.

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

UMSÓKN O.A.
Umsókn saman við prógvum, viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir, skulu vera Tórshavnar kommunu, torshavn@torshavn.fo, í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 30. juni 2017.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um størvini, við at venda sær til Gunnar Streymoy, leiðara, telefon 224550, teldupost gunnars@torshavn.fo.

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER