Heilsurøktari til Tjarnargarð
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Kjarnuuppgávan hjá Heilsu- og umsorganartænastuni er við miðvísari umsorgan, tænastu, heimatænastu, heilsu- og sjúkrarøkt, at stuðla borgaran soleiðis, at hann gert virkin og vakin alt lívið.

Heilsu- og umsorgnanartænastan er skipað í trimum eindum. Sambýlir, ellis- og røktarheim býtt í tvær eindir við um 110 búeindum hvør og Heilsuhúsið við heimatænastu og har verða eisini m.a. øll tilboð til borgaran og allar tvørgangandi tænastur skipaðar.

Brennir tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri húsfólk og tann aldrandi borgaran, so er tað tær vit leita eftir til Heilsu- og umsorganartænastuna.

SØKT VERÐUR EFTIR:

• 
 

Einum heilsurøktara fulla tíð ella eftir avtalu. Arbeiðstíðin er í
skiftandi vaktum og annaðhvørt vikuskifti.


FØRLEIKAKRØV

• 

Prógv og góðkenning sum heilsurøktari

Áhuga at arbeiða innan heilsustimbran, fyrbyrgjan og
rehabilitering

Góð evni at samskifta í skrift og talu

Hug at arbeiða og samstarva í eini tvørfakligari toymisskipan
í menning

KT-førleika á brúkarastøði

VIT BJÓÐA TÆR

• 

ein fakliga spennandi og mennandi gerandisdag

ávirkan á menningina av tænastunum í Heilsu- og
umsorganartæanastuni

eitt dynamiskt arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar
avbjóðingar

møguleika at seta tín dám á og verða partur av eini framhaldandi
menning av tænastum hjá Heilsu- og umsorganartænastuni

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður at seta 1. september 2017 ella eftir avtalu og lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráði og Heilsurøktarafelagið.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Heidi Kragesteen, deildarleiðara tlf 283029 ella við telduposti til heidik@torshavn.fo.

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum og upplýsingum um útbúgving og royndir skal sendast við telduposti til torshavn@torshavn.fo. Viðmerkjast skal: „Heilsurøktari til Tjarnargarð“.

Umsóknarfreistin er 26. juni 2017.

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER