Starvsfólk til Býlingshúsið millum Gilja
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Tórshavnar kommuna søkir vegna Býlingshúsið millum Gilja eftir tveimum námsfrøðingum og einum hjálparfólki at starvast 30 ella 35 tímar um vikuna.


Vit leita eftir námsfrøðingum og hjálparfólki, ið hava hug og hegni at starvast á barnagarðsstovu við 16 børnum í aldrinum 3 og 4 ár og 3 øðrum starvsfólkum. Harumframt fert tú eisini at hava tætt samstarv við hinar stovurnar og onnur starvsfólk á stovninum.

VIT VÆNTA, AT TÚ:

• 
 

hevur hug og hegni at nýta og menna námsfrøðiliga arbeiði
á stovninum

er nærverandi, sjálvstøðug/-ur og tekur ábyrgd

tú ert ágrýtin, og hevur hug og evni til at skapa ein fjølbroyttan,
mennandi og tryggan gerandisdag fyri einstaka barnið

SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevara Føroya.

Størvini verða sett við starvsbyrjan 7. august ella skjótast gjørligt. Vikuliga arbeiðstíðin er 30 ella 35 tímar. Størvini eru í barnagarðinum, og tú skalt eftir tørvi hjálpa til á øðrum stovum. Tú mást tola broytingar í starvinum.

Um eingin skikkaður námsfrøðingur søkir, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv í eitt ár.

MEIRA FÆST AT VITA
Um tú hevur spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Majbritt Jacobsen, stovnsleiðara, á telefon 518758 ella vitja www.millumgilja.fo.

UMSÓKN
Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, viðmælum og royndum skal sendast Tórshavnar Kommunu á torshavn@torshavn.fo.

Umsóknarfreistin er 26. juni 2017.

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER