Integratiónssamskipari
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Í Tórshavnar kommunu er rúm fyri ymiskum áskoðanum, hugskotum og mentanum, tí soleiðis verður gott hjá øllum at liva, búgva og virka – eisini hjá tilflytarum.


Til tess at byggja upp, skipa og samskipa integratiónsátøk í Tórshavnar kommunu verður nýtt og áhugavert starv sum integratiónssamskipari lýst leyst.

UPPGÁVUR
Integratiónssamskiparin skal m.a.:

• 
 

vegleiða og kunna tilflytarar um viðurskifti, tænastur og
tilboð í kommununi

virða og duga at seta seg inn í avbjóðingar hjá tilflytarum
sum heild


 

í samstarvi við ymsu deildirnar og virkisøkini í kommununi
vísa á tørv og møguligar loysnir eins og samskipa ítøkilig
integratiónsátøk

samstarva breitt við fleiri fakbólkar og skipanir innanhýsis
og uttanhýsis

Uppgáva hjá integratiónssamskiparanum er eisini at skipa grundarlag undir skipanum og tilboðum so sum mentorskipan, starvsvenjingar v.m. í tann mun, ið kommunan sjálv kann fremja hesi ella í samstarvi við aðrar myndugleikar.

ÚTBÚGVING OG ROYNDIR
Umsøkjarin skal hava viðkomandi útbúgving og royndir, harumframt góðan málsligan førleika á føroyskum og enskum.

SETANARVIÐURSKIFTI
Talan er um eitt ára tíðaravmarkað starv fulla tíð. Starvið verður sett og lønt sambært avvarðandi sáttmála.

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi 5. juli 2017. Merkið umsóknina „Integratiónssamskipari“ og send umsóknina um t-post: torshavn@torshavn.fo.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst eisini at vita um starvið við at venda sær til Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóra, á telefon 302010.

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER