Visitator til Heilsu- og umsorganartænastuna
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Visitator til Heilsu- og umsorganartænastuna

Tvey størv sum visitator í Heilsu- og umsorganartænastuni.

SØKT VERÐUR EFTIR:

• 
 

avloysara fyri visitator í tíðarskeiðinum 1. september til
28. februar, setunarbrøk 0,8

fast starv sum visitator, at byrja 1. oktober, setunarbrøk 1,0

Talan er um eitt avbjóðandi og gevandi starv. Aðalmálið er at tryggja, at allir borgarar, ið venda sær til Heilsuhúsið við áheitan um tænastu, fáa skjóta og fakliga grundaða visitering og revisitering við atliti til heilsustimbran, fyribyrging, røkt, viðgerð og rehabilitering.

Visitatiónstoymið er í løtuni sett saman av trimum sjúkrarøktarfrøðingum. Toymið er eitt interprofessionelt lærandi og samstarvandi toymi (IPLS), sum skal lýsa og skjalprógva tørvin hjá borgaranum, soleiðis at borgarans rødd verður hoyrd.

UPPGÁVUR TÍNAR ERU Í HØVUÐSHEITUM:

• 
 

at lýsa og greina funktiónsstøðið hjá borgaranum, umframt
at visitera til røkt, viðgerð og tilboð í kommununi

gera málrættaða saksviðgerð

skráseta og dokumentera í 3V skipanini

visitera til umlætting og dagtilboð í Heilsu- og
umsorganartænastuni

visitera til búpláss í Heilsu- og umsorganartænastuni

VIT VÆNTA, AT TÚ:

• 
 

hevur prógv og autorisatión sum heilsustarvsfólk á
bachelorstøði

hevur góðan telduførleika

dugir væl at samskifta

hevur góð samstarvsevni


 

kann starva í einum interprofessionellum, lærandi og
samstarvandi toymi, har áherðsla verður løgd á, at
borgarin kann klára egna tilveru

VIT BJÓÐA TÆR:

• 
 

eitt dynamiskt arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar
avbjóðingar


 

møguleika at seta tín dám á og vera partur av eini
framhaldandi menning av visitatión og tilboðunum hjá
Heilsu- og umsorganartænastuni

góða innleiðslu og upplæring

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála við Fíggjarmálaráðið / KAF og avvarðandi fakfelag. Starvið verður skipað undir Heilsu- og umsorganartænastuni í Tórshavnar kommunu.

Í Heilsuhúsinum verða m.a. øll tilboð til borgaran og allar tvørgangandi tænastur skipaðar.

Ynskir tú at vita meira um starvið, kanst tú seta teg í samband við Herborg Petursdóttir, herborgp@torshavn.fo, telefon 793102, ella Marjun Poulsen, eindarleiðari, marjunp@torshavn.fo, telefon 224135.

Umsóknir við avritum av prógvum og viðkomandi skjølum skulu sendast til torshavn@torshavn.fo.

Viðmerk umsóknina „visitator til Heilsu- og umsorganartænastuna“.

Umsóknarfreistin er 10. juli 2017 kl. 12.00, og verða samrøður í viku 28.

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER