Hjálparfólk til køkin á Lágargarði
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Køkurin á Lágargarð søkir eftir tveimum dugnaligum og arbeiðssomum hjálparfólkum til setan 1. september 2017 ella skjótast gjørligt. Størvini eru á starvsbrøki 0,75 svarandi til 30 tímar um vikuna. Vikuskiftisvaktir eru 3. hvørt vikuskifti.


ARBEIÐSUPPGÁVUR
Hjálpa til við fyrireiking, mat framleiðsla, pakking, upprudding, uppvask og reingerð.

FØRLEIKAR

• 

Royndir at arbeiða í stórkøki

Góð evnir at samskifta í skrift og talu

Gott yvirlit

PERSÓNLIGIR EGINLEIKAR

• 

Álítandi og ábyrgdarfull/-ur

Tolir stórt arbeiðstrýst

Samstarvssinnað/-ur og jalig/-ur

Røkin og arbeiðssamur

Fleksibul og tolir broytingar

VIT BJÓÐA

• 

Ein fakligan spennandi og mennandi gerandisdag

Ávirkan á menningina av tænastum hjá køkinum

Felags innleiðsla fyri nýsett starvsfólk umframt upplæring
á staðnum

Eitt arbeiðspláss, har tað er vítt til veggja og rúmd fyri
nýhugsan og nýskapan

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráði og Føroya arbeiðskvinnufelag.

UMSÓKN
Umsókn saman við CV skal sendast til teldupost torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 26. juni 2017. Viðmerkjast skal: „Hjálparfólk til køkin á Lágargarði“.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Petra Jespersen, telefon 288132, teldupostur petra@torshavn.fo.

 

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER