Móttøkufólk til Wenzel
P/F WENZEL

Vit søkja eftir einum fryntligum móttøkufólk at taka ímóti teimum, ið vitja verkstað okkara. Arbeiðið fevnir um kundaavgreiðslu, útfakturering og at geva tíðir til verkstaðsvitjan.

Vit vænta, at tú ert álítandi, røkin og fyrikomandi. At tú hevur evni at samstarva og arbeiða sjálvstøðugt. Tú skalt hava telduførleika á brúkarastøði, og tað er ein fyrimunur, um tú dugir at fáast við telduskipanina Dracar+.

Tað er ein fyrimunur um tú hevur útbúgving sum biltøkningur.

Lønin verður ásett eftir nærri avtalu við atliti til royndir og útbúgving. Meiri fæst at vita um starvið, við at ringja til Jákup  tlf. 23 55 06.

Hjá Wenzel er tað umráðandi, at okkara starvsfólk trívast og at okkara kundar eru nøgdir, tí virka vit í gerandisdegnum fyri, at vit í góðum arbeiðsumhvørvi veita góða tænastu. Vit tryggja okkum, at okkara vitan um bilverðina verður støðugt dagførd, soleiðis at vit eru fakliga væl fyri.

Í dag arbeiða 20 fólk hjá P/f Wenzel, fleiri teirra hava drúgvar royndir hjá Ford og Volvo í Føroyum.

Skrivlig umsókn merkt “móttøkufólk” saman við prógvum, viðmælum v.m. skal sendast í seinasta lagi 26. juni til:

P/F Wenzel

Postboks 3043
110 Tórshavn
Att: Jákup Hansen
ella til jakup@wenzel.fo



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER