Námsfrøðingar til Barnalund
FUGLAFJARÐAR KOMMUNA

Námsfrøðingar til Barnalund

Søkt verður eftir:

  • Einum námsfrøðingi at arbeiða 40 tímar um vikuna. Starvið er á barnagarðsstovu, og er tíðaravmarkað - 7. august – 1. juli 2018.
  • Einum námsfrøðingi at arbeiða 35 tímar um vikuna. Starvið er á vøggustovu, og er tíðaravmarkað - 7. august – 1. juli 2018.

Vit sóknast eftir starvsfólki:

  • ið hava umsorgan fyri børnunum.
  • ið kunnu arbeiða sjálvstøðugt.
  • ið eru týðilig í samskifti og leggja dent á gott samstarv.
  • ið hava arbeiðsroyndir, sum kunnu nýtast í dagliga arbeiðinum.
  • ið eru eldhuga og jalig.
  • ið síggja møguleikar fram um mørk.

Vit kunnu bjóða tær:

  • fjølbroyttar arbeiðsuppgávur.
  • eitt starv, har tú kanst nýta tínar dygdir, hava ávirkan og samstundis menna teg sjálvan.

 

Setanartreytir:

Løn eftir sáttmála millum Føroya pedagogfelag og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.

Um útbúgvin námsfrøðingur ikki søkir, kann starvið verða fyribils sett við hjálparfólki.

Nærri fast at vita um størvini við at venda sær til leiðaran í Barnalund

Leila H. Hansen, á tlf. 238031.

Umsóknir saman við avritum av prógvum og viðmælum, skulu verða Býráðsskrivstovuna, Ennivegur 38, 530 Fuglafjørður, í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 30. Juni 2017 kl. 12.00.

Fuglafjarðar kommuna

Ennivegur 38

530 Fuglafjørður

info@fuglafjordur.fo

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER