Avloysari til Koyrideildina
P/F FAROE SHIP

Vit sóknast eftir einum feriuavloysara til koyrideildina hjá Faroe Ship.

Arbeiðið umfatar koyring við lastbili og treylara. Talan er í stóran mun um útkoyring av vørum, koyring við bingjum, koyring við fiski og aðrar fyrifallandi uppgávur.

Vanliga arbeiðstíðin er frá 8.00-16.00, men roknast kann við arbeiði aðrar tíðir eisini.

Vit vænta, at avloysarin dugir at arbeiða sjálvstøðugt, er nærlagdur, fryntligur og røkin. Neyðugt er eisini, at tú er sinnað/ur at arbeiða uttanum vanligar arbeiðstíðir, um tørvur er á tí. 

Avloysarastarvið er frá 1. juni og til 28. august ella eftir nærri avtalu við leiðaran. 

Talan er um tímalønt arbeiði; lønin er sambært sáttmála við Havnar Arbeiðarafelag. Tað er ein treyt, at tú hevur koyrikoyrt til treylara. 

Umsóknir skulu sendast til jobs@faroeship.fo

Eru spurningar til starvið ber til at ringja til leiðaran, Fróða Løkságarð, á tlf.  549080 ella skriva til fdl@faroeship.fo 

Faroe Ship



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER