Tváttur søkir eftir arbeiðsfólki at starvast 20 tímar um vikuna
SP/F TVÁTTUR

Starvsstaður
Starvið er á reinsarínum Á Hjalla 24, 188 Hoyvík.

Førleikakrøv
Tann, ið settur verður, kann rokna við at verða lærdur upp í starvinum. Gott er tó, um tú ert væl skipað/ur; hevur áhuga fyri klædnatilfari, vaskievnum v.m.  Somuleiðis vænta vit, at tú ert fyrikomandi, smílandi og røkin.

Um Tvátt
Tváttur er eitt vaskarí og reinsarí, ið leigar út, vaskar og reinsar klæði til einstaklingar, vinnufyritøkur og almennar stovnar. Vit brúka nútímans tøkni fyri at tryggja eina javna góðsku, og menna alsamt okkara tænastustig, til tess at nøkta krøv kundans.

Umsókn
Starvið verður sett skjótast til ber.

Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Hjalmar Kollslíð á telefon 227785.

Umsóknir skulu sendast til tvattur@tvattur.fo



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER