Demmus SMS søkir Lærling
SP/F DEMMUS
ERU SKÓGVANIR TÍNIR?

SP/F DEMMUS

So er tað kanska júst tær, vit leita eftir at byrja sum lærlingur í okkara skógvahandli hjá DEMMUSI í SMS

TANN RÆTTI LÆRLINGURIN (m/k):

Er góðskutilvitaður

Møtir rættstundis

Er fyrikomandi og blíður

Er lættur at samtarva við

Er til dystin fús, tá ið nógv er at gera

Hevur FHS- ella HH-prógv.

VIT BJÓÐA:

Eitt gott arbeiðspláss, her sera dugnaligir starvsfelagar geva tær holla upplæring í avslappaðum, vinaligum umhvørvi.

Løn sambært S&K.

Lærutíðin byrjar skjótast til ber.

Send nøkur orð um teg sjálva/n við vikomandi prógvum og cv til: demmus@demmus.fo viðmerkt : Lærlingur

Vilt tú vita meir um starvið, er tú vælkomin at ringja til Ninu Lassen ella Gissur Patursson, telefon 311515.

Vit gleða okkum at frætta frá tær!

Vinaliga

DEMMUS í SMS



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER